Mínrokning - Broyting av bankakontu

Soleiðis broytir tú bankakontuna á Mínrokning eini gjaldsavtalu

Tá tú skal broyta bankakontuna á eini Mínrokning gjaldsavtalu hjá ávísum kunda, skalt tú IKKI fyrst trýsta á knøttin "Afmeld", og síðani á knøttin "Tilmeld".


Tað er sera týdningarmikið, at tú ístaðin trýstir á knøttin "Rediger", velur gjaldsloysn, skrivar nýggja skrásetingar- og kontunummarið, og trýstir á knøttin "Tilmeld".


Vit senda so upplýsingarnar til Mínrokning, sum so broytir bankakontuna á verandi gjaldsavtalu, uttan at hon fyrst verður frámeldað, og síðani tilmeldað aftur við nýggju bankakontuni. Gjaldsavtalan er sostatt "á lívið" alla tíðina.